Handilstreytir

Handilstreytir hjá Sesta

Her finnur tú treytirnar fyri útbering, iðranarrætti, afturbering, reklamation og samband.

Útbering

Tá tú bíleggur í nethandlinum, kanst tú velja millum at fáa vøruna útborna ella at heinta hana.

Útbering kostar 80 kr.

Ókeypis útbering verður veitt í Tórshavn, Hoyvík, Argjum, Velbastað og Kirkjubø.

Bíleggingar, ið koma inn mánadag til fríggjadag, verða vanliga avgreiddar í seinasta lagi innan 24 tímar. Bíleggingar, ið koma inn í vikuskiftinum, verða vanliga avgreiddar fyrsta gerðandisdag, men kunnu eisini verða avgreiddar fyrr.

Um ein vøra fyribils ikki er á goymslu, fært tú boð frá okkum. Vit stremba tó altíð eftir at hava allar vørur á goymslu, sum eru til sølu á nethandilinum.

Iðranarrættur og afturbering

Ynskir tú at angra eitt keyp, hevur tú 14 dagar frá móttøku av vøruni at boða okkum frá.

Vøran skal vera komin aftur til okkara innan 14 dagar frá tí degi, tú boðar frá, at tú angrar keypið.

Vøran skal vera óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var móttikin. Upprunaliga innpakkingin, merkir og annað, sum fylgdi við vøruni, skulu eisini fylgja við.

Tá vit hava móttikið og góðkent vøruna, verður keypsupphæddin endurgoldin. Kostnaðurin fyri afturbering verður rindaður av keyparanum.

Reklamatión

Um vøran hevur ein feil ella mangul, hevur tú reklamationsrætt sambært galdandi lóg.

Vinarliga set teg í samband við okkum skjótast gjørligt, um tú varnast ein feil við vøruni. Verður reklamationin góðkend, finna vit eina hóskandi loysn.

Samband

Sesta

Dýrindalsgøta 35

188 Hoyvík

Teldupostur: sesta.nethandil@hotmail.com

Handilstreytir hjá Sesta | Sesta